placeholder
Uttanlands

USA: Koronatølini bara vaksa

Seinasta samdøgrið doyðu 1.592 fólk við korona í USA, vísa nýggjastu tølini frá Johns Hopkins University

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-29 14:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn einaferð settu amerikansku koronatølini met í dag. Seinasta samdøgrið eru 1.592 andlát skrásett við korona, og so nógv eru ikki skrásett fyrr. Samstundis vórðu 60.000 nýggir tilburðir av smittu staðfestir.

Í Texas kom talið av smittaðum upp um 400.000 og í Kalifornia stríðast tey móti fylgjunum av koronafarsóttini, serliga hjá latínamerikanska partinum av fólkinum.

Heilsumyndugleikarnir í Kalifornia upplýsaa, at helmingurin av teimum 400.000 skrásettu smittutilburðunum har eru latínamerikanarar, hetta hóast tey bert eru ein triðingur av fólkatalinum.

Í USA hava korona tølini verið støðugt vaksandi seinastu tríggjar vikurnar.

Síðan farsóttin byrjaði eru 4,3 milliónir smittutilburðir staðfestir í USA og 149.256 deyðsføll verða sett í samband við koronavirusið.

Eftir eitt fall í vár, er talið av nýggjum smittaðum bert voksið hesa seinastu tíðina. Økingin er 50.000 tilburðir um dagin, onkrar dagar upp í 70.000. Tí er eisini væntandi, at talið á deyðum fer at økjast, skrivar Ritzau.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder