Í morgun vórðu krøvini til ferðandi til USA herd. Hetta merkir, at øll, sum koma til USA við flogfari áðrenn fráferð skulu skjalprógva, at tey eru liðugt koppsett fyri koronu og hava fingið eitt negativt kanningarúrslit, sum ikki er eldri enn ein dag gamalt.
Bæði PCR-kanning og snarkanning verður góðtikin. Kravið um kanning er tó ikki galdandi fyri børn undir tvey ár, og sambært heimasíðuni hjá amerikanska CDC framgongur eisini, at tey, sum kunnu skjalprógva, at tey hava havt koronu og eru staðfest frísk aftur innanfyri seinastu 90 dagarnar sleppa undan at lata seg kanna.
Áðrenn var kravið bert, at ferðandi skuldu vísa á negativa kanning, sum ikki var eldri enn tríggjar dagar.
Ókoppsettir persónar sleppa sum heild ikki at ferðast til USA í løtuni. Tó eru ávís undantøk.Tey, sum eru undantikin eru børn undir 18 ár, amerikanskir ríkisborgarar, og persónar, sum hava permanent uppihaldsloyvi í USA.
Sambært amerikanska miðlinum CNN er einki krav til sóttarhald, men mælt verður til, at fólk lata seg kanna tríggjar til fimm dagar eftir komu, og at tey halda seg fyri seg sjálvi í sjey dagar eftir komu, óansæð hvat kanningarúrslitið er. Lata fólk seg ikki kanna, verður mælt til, at tey fara í sjálvboðið sóttarhald í tíggju dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald