Í farnu viku bórust tíðindini um, at USA fór at steðga nærum allari menningarhjálp í 90 dagar, meðan øll menningarhjálpin verður gjøgnumgingin av amerikanska uttanríkismálaráðharranum, Marco Rubio.
Hetta varð tó ikki galdandi fyri neyðhjálp og hernaðarstuðul til m.a. Ísrael og Ukraina, og í nátt boðaði Marco Rubio tó frá, at øll lívbjargangi humaniter hjálp er undantikin.
Les eisini: Zelenskyj: USA heldur fram at stuðla Ukraina
Lívbjargangdi humaniter hjálp umfatar m.a. lívjargandi heilivág, læknahjálp, matvørur, og skjól, skrivar Ritzau.
USA er størsti veitarin av menningarhjálp í heiminum. Í 2023 varð samlaða menningarhjálpin úr USA 72 milliardir dollarar - 512 milliardir krónur.
Les eisini: USA: Nærum øll menningarhjálp fyribils steðgað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald