Uttanlands

USA letur landamørkini upp fyri koppsettum ferðafólkum

Ferðandi í Kanada og Meksiko, sum kunnu skjalprógva, at tey eru liðugt koppsett fyri koronu, sleppa skjótt at ferðast inn í USA aftur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-10-13 07:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrst í november letur USA upp fyri, at liðugt koppsett ferðafólk úr Kanada og Meksiko kunnu ferðast inn í USA umvegis land.

Tað upplýsa demokratisku senatorarnir, Chuck Schumer og Kirsten Gillibrand. Eftir ætlan fer amerikanska ráðið fyri innlendistrygd seinni í dag at kunngera, júst nær latið verður upp.

Reglurnar fara at líkjast teimum, sum verða galdandi fyri ferðafólk, sum koma til USA við flogfari úr stórum pørtum av heiminum, men teir verða ikki heilt líka, verður upplýst, sambært Ritzau.

Ferðandi úr Meksiko og Kanada skulu kunna skjalprógva, at tey eru koppsett fyri koronu, um tey ynskja at ferðast tvørturum landamørkini.

Síðan várið 2020 hevur tað sum útgangsstøði ikki verið møguligt hjá ferðafólkum at ferðast inn í USA úr teimum báðum londunum.

placeholder
placeholder