Frá í dag, 8. november, sleppa ferðafólk, ið kunnu skjalprógva, at tey eru liðugt koppsett, aftur at ferðast til USA.
Innferðarforboðið, sum varð sett í verk á vári í fjør, tá korona av álvara byrjaði at gera um seg, verður linkað fyri ferðandi úr 33 londum, harímillum Danmark og hini Schengen-londini, skrivar DR.
Ávís undantøk eru fyri kravinum um koppseting. Tey, sum t.d. hava eina sjúku, sum forðar teimum í at verða koppsett, skulu skjalprógva, at tey eru kannaði fyri koronu áðrenn fráferð. Eisini skulu tey brúka munnbind á ferðini, lata seg kanna aftur við komu og vera til reiðar at fara í sóttarhald, tá tey koma til landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald