Uttanlands

USA letur upp fyri koppsettum ferðandi

Men skipanin kemur ikki í gildi fyrr enn í november

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-09-21 10:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Evropearar, sum búgva í Schengen-økinum kunnu í nærmastu framtíð aftur rokna við at sleppa at ferðast ótarnað til USA.

Síðan coronasmittan byrjaði hevur ikki verið møguligt at ferðast sum turistur til USA. Men hendan forðing verður nú tikin af aftur í november mánaði. Tað boðaði amerikanska stjórnin frá í gjár.

Undantak er tó fyri sendifólkum, journalistum og fólkum við tættari familju í USA. Men fólk, sum ætla til USA at arbeiða ella bara ferðast, mugu bíða nakað enn.

Tað verður tó bara fólk, sum er fult koppsett móti covid-19, sum fáa innferðarloyvi. Tað verða ikki krav um sóttarhald, men ferðandi til USA skulu vísa á eina negativa koronatest, sum ikki er eldri enn tríggjar dagar.

- Tað er jaligt, at USA nú tekur innferðarforðingarnar av fyri vaksinerað. Hetta merkir nógv fyri okkara borgarar, fyritøkur og aðrar felagsskapir við bondum til USA, segði norska uttanríkisráðkvinnan, Ine Eriksen Søreide í gjár við NRK.

Eisini aðrastaðni í Evropa frøðast tey um útlitini til at tað aftur verður møguligt at ferðast millum Evropa og USA.

- Vit eru nøgd við fráboðanina um at vaksinerað ferðandi úr ES-londunum skjótt kunnu ferðast til USA aftur. Avbyrgdar familjur hava saknað hetta leingi og hetta er eisini gott fyri vinnulívið, varð sagt í eini almennari fráboðan frá ES-felagsskapinum á Twitte.

Eisini týski, Olaf Scholz, sum væntandi verður komandi kanslarin í Týsklandi, fegnast.

- Hetta eru stór tíðindi – fyri týskar og evropeiskar íløgur, fyri okkara útflutningsvinnu og fyri atlantiska sambandið, skrivar Scholz á Twitter. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder