USA fer at lata nærum 157 milliónir dollarar í neyðhjálp til tey, sum eru ávirkað av stríðnum í Libanon, boðaði amerikanska uttanríkismálaráðið frá í tíðindaskrivi í gjár.
Hetta er ein upphædd, sum svarar til yvir eina milliard í okkara krónum.
Peningurin fer til at hjálpa flóttum í Libanon, og tey, sum eru rýmd til grannalandið Sýria.
Seinastu tíðina hava Ísrael og Hizbollah-rørslan, sum heldur til í Libanon, framt nógv álop móti hvørjumøðrum. M.a. hevur Ísrael framt fleiri álop á Hizbollah-mál, og í vikuni fóru ísraelskar herdeildir inn í landið.
Sambært amerikanska uttanríkismálaráðnum er Libanon rakt av einari oyðileggjandi kreppu, sum hevur fingið yvir eina millión fólk at flýggja úr heimi teirra.
– USA átekur sær at hjálpa teimum mest sárbæru persónunum í Libanon og í øllum økinum, skrivar amerikanska uttanríkismálaráðið, sum heitir á onnur um eisini at hjálpa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald