Don Young, longst sitandi limurin í amerikanska Umboðsmannatinginum er deyður. Hann andaðist í gjár, 88 ára gamal.
Don Young, ið umboðaði statin Alaska, hevði verið í Kongressini síðan 1973. Hann var í holt við sítt 25. valskeið, og stillaði hann eisini upp til eitt valskeið afturat.
Young misti vitið á einum flogfari úr Los Angeles til Seattle, og stóð hann ikki til at bjarga, skrivar Ritzau.
Sambært heimasíðuni hjá Young var hann tann limurin í núverandi Kongressini, sum hevði sitið longst.
Tá hann fyrstu ferð var valdur inn, var republikanarin Richard Nixon forseti. Seinast hann varð afturvaldur var í 2020, tá demokraturin Joe Biden varð valdur til forseta. Sitandi forseti var Donald Trump, ið umboðaði republikanska flokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald