Uttanlands

USA: Mamma dripin av 9 ára gamla soninum

Hon var bangin fyri, at hon var í ferð við at uppala næsta hópdrápsmannin, sigur familjan

Hann var ein lítil, fittur ungur maður, sum hevði tørv á hjálp, meira enn mamma teirra megnaði at geva honum, sigur Reagan Martin (Mynd: CNN)

Hann var ein lítil, fittur ungur maður, sum hevði tørv á hjálp, meira enn mamma teirra megnaði at geva honum, sigur Reagan Martin (Mynd: CNN)

2019-05-12 12:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í amerikanska statinum Michigan, varð ein mamma skotin til deyðis av 9 ára gamla soni sínum.

51 ára gamla Pauline Randol varð skotin í heimi sínum mánadagin. Dagin eftir varð sonur hennara skuldsettur fyri drápið.

Seinni avdúkaði dóttirin, Harley Martin, at beiggi hennara, sum varð ættleiddur fyri trimum árum síðani, hevði sálarligar trupulleikar.

Hann kundi brádliga gerast illur, og tað gjørdi mammu hennara bangna, sigur hon, sambært B.T.

- Einaferð greiddi hon læknanum frá, at hon var bangin fyri, at hon var í ferð við at uppala næsta hópdrápsmannin, sigur hon.

Ein onnur dóttir, Reagan Martin, greiðir frá, at mamman royndi at fáa hjálp til dreingin. Hann var ein lítil, fittur ungur maður, sum hevði tørv á hjálp, meira enn mamma teirra megnaði at geva honum, sigur hon.

Drongurin kom frá einum húsarhaldi, har mamman hevði tikið rúsevnir, meðan hon var við barn. Hann er ikki klárur yvir, hvat tað er, hann hevur gjørt, sigur eina dóttirin.

- Eg ynski, at fólk skulu vita, at hann ikki var ein ringur drongur. Hann elskaði mammu sína, sigur hon.

Drongurin er í løtuni staddur á einum viðgerðarstovni fyri ungar lógbrótarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder