Uttanlands

USA: Metnógv fingið staðfest covid-19 dagin eftir valið

Mikudagin fingu 99.660 persónar staðfest covid-19 í USA – Talið á innleggingum í landinum er eisini farið uppum 50.000 fyri fyrstu ferð í tríggjar mánaðir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-05 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, dagin eftir at fleiri mió. amerikanarar høvdu verið á vali, skrásetti USA hægstu økingina í smittutilburðum í eitt samdøgur.

Heili 99.660 fingu staðfest covid-19 mikudagin, sambært tølum frá Johns Hopkins University.

Í sama tíðarskeiði vórðu 1.112 andlát eisini skrásett í sambandi við covid-19.

USA hevur skrásett fleiri smittutilburðir og andlát enn nakað annað land í heiminum. Tilsamans hevur landið skrásett 9,4 mió. tilburðir og 233.000 andlát. Talið á andlátum svarar til 72,3 per 100.000 íbúgvar.

Sambært Ritzau er talið á innleggingum í USA eisini farið uppum 50.000 fyri fyrstu ferð í tríggjar mánaðir.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder