Uttanlands

USA: Nærum øll menningarhjálp fyribils steðgað

Neyðhjálp og hernaðarstuðul til Ísrael og Egyptaland er undantikin

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: EPA)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: EPA)

2025-01-25 16:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska uttanríkismálaráðið hevur givið boð um at steðga veitingum av menningarhjálp til útlond undantikið neyðhjálp og hernaðarstuðul til Ísrael og Egyptaland, skrivar tíðindastovan Reuters.

Orsøkin er, at nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump vil kanna, um øll menningarhjálp er í tráð við hansara uttanríkispolitikk. Menningarhjálpin steðgar alt fyri eitt, til hon eru gjøgnumgingin av uttanríkismálaráðharranum, Marco Rubio.

USA er størsti veitarin av menningarhjálp í heiminum. Í 2023 varð samlaða menningarhjálpin úr USA 72 milliardir dollarar - 512 milliardir krónur, skrivar Ritzau.

Ísrael fær árliga 3,3 milliardir dollarar í hernaðarstuðul frá USA, meðan Egyptaland fær umleið 1,3 milliardir dollarar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder