2019-03-13 19:34
Aftaná flogvanlukkuna í Etiopia, hava fleiri lond nú noktað allari flúgving av Boeing 737 Max 8 flogførum, meðan kannað verður, hví flogfarið hjá Ethiopian Airlines datt niður.
Í dag boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá, at tey í USA eisini fara at steðga allari flúgving av flogførum av slagnum Boeing 737 Max 8 og Boeing 737 Max 9.
- Flogskiparar hava fingið boð um hetta, flogfeløg hava øll fingið boð um hetta, segði Trump sambært CNN.
- Flogfeløg taka undir við hesum. Trygdin hjá amerikanska fólkinum er tað, sum hevur mest týdning, segði Trump.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald