Uttanlands

Nýggj fosturtøkulóg í amerikanskum stati – Ikki loyvt at hjálpa gentum at fáa fosturtøku

Sambært lógini, sum er tann fyrsta av sínum slag í USA, kunnu borgarar, sum hjálpa ómyndigum at ferðast úr statinum at fáa fosturtøku uttan samtykki frá foreldrunum, fáa millum tvey og fimm ára fongsulsrevsing

Mótmælisfólk í Idaho avmyndað á sumri í fjør (Mynd: New York Times)

Mótmælisfólk í Idaho avmyndað á sumri í fjør (Mynd: New York Times)

2023-04-08 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin skrivaði guvernørurin í amerikanska statinum Idaho, Brad Little undir eina nýggja lóg, sum ger tað ólógligt at hjálpa ómyndigum at fáa fosturtøku uttan samtykki frá foreldrunum.

Síðan amerikanski hægstirætturin á sumri í 2022 ógildaði avgerðina Roe v. Wade frá 1973, sum gav kvinnum í øllum USA rætt til fosturtøku, hava fleiri statir hert sínar fosturtøkulógir. Nýggja lógin í Idaho, ið verður nevnd "abortion trafficking", er tann fyrsta av sínum slag í USA, skrivar AP.

Idaho hevur longu bannað nærum allari fosturtøku. Í august í fjør varð fosturtøka bannað í statinum uttan so at talan var um blóðskemd ella neyðtøku.

Sambært nýggju lógini, sum kemur í gildi um ein mánað, kunnu borgarar, sum hjálpa gentum undir 18 ár við at ferðast til annan stat at fáa fosturtøku, fáa millum tvey og fimm ára fongsulsrevsing. Eisini kunnu teir verða rættarsøktir av foreldrunum hjá gentuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder