USA og Bretland hava í nátt framt álop móti Houthi-rørsluni í Jemen. Yvir 60 mál eru rakt í 16 ymiskum støðum.
Tað upplýsir amerikanska flogvápnið í morgun.
Álopini eru framd móti “hernaðarligum støðum, herundir herleiðslu- og eftirlitsstøðum, vápnagoymslum, skotpallum, framleiðsluvirkjum og radarastøðum til loftverju”.
Álopini vórðu framd bæði úr luftini og av sjónum, eitt nú við Tomahawk rakettum.
Bæði Houti-rørslan og Hizbollah-rørslan, sum báðar verða stuðlaðar úr Iran hava fordømt álopunum.
Enn er einki sagt um hvussu nógv fólk eru deyð, ella komin til skaða í álopunum, skrivar Ritzau
Houthi-rørslan hevur eftir álopini sagt, at hon framhaldandi ætlar at leypa á skip í Reyða havi líka til Ísrael støðgar við álopunum á Gazageiran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald