Uttanlands

USA og Iran hava aftur lopið á hvørt annað aftur í nátt

Iransk álop hava eisini verið í Jordan, Kuwait og Bahrain, og støðan er aftur vorðin spentari. Tó eru framvegis samráðingar um friðaravtalu millum Iran og USA

Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix

2026-06-11 09:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt land heldur, at hitt áhaldandi vísir aggresión og ikki vil fylgja krøvum, loypir á aftur og hitt svarar beinanvegin aftur.

Støðan millum USA og Iran, og støðan í Miðeystri sum heild, er framhaldandi spent.

Seint í gjárkvøldið og í nátt framdi USA aftur nøkur álop mótvegis Iran, og boð eru komin um nøkur deyð og særd fólk.

Iran svaraði aftur við álopum móti amerikonskum herstøðum - serliga tætt við Hormuzsundið.

Sambært Iran, og fleiri altjóða miðlum, er sundið aftur stongt. Hesum vísir USA aftur.

Iranskir missilir eru eisini skotnar niður í Jordan, Kuwait og Bahrain eru eisini rakt, og í morgun hevur uttanríkismálaráðið í Katar fordømt álopunum hjá Iran sum ógrundaði: Landið skal gera meira fyri at verja økið sjálvt, tí stríðið er við onnur lond.

Kuwait stongdi eina løtu í nátt loftrúmið.

Hóast spentu støðuna eru framvegis samráðingar um friðaravtalu millum Iran og USA. Hetta upplýsa keldur fyri Reuters og CNN í morgun.

Donald Trump og USA hava sett sum krav, at ein avtala skal gerast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder