Uttanlands

USA og Taliban hittast í Katar

Hetta vikuskiftið hittast umboð úr USA og Taliban fyri fyrstu ferð, síðan USA tók hermenn sínar úr Afghanistan í august – USA ætlar at leggja trýst á Taliban fyri m.a. at fáa tey at virða rættindi hjá kvinnum

Fólk hjá Taliban á varðhaldi í Kabul (Mynd: EPA)

Fólk hjá Taliban á varðhaldi í Kabul (Mynd: EPA)

2021-10-09 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið skulu USA og Taliban hittast fyri fyrstu ferð, síðan USA tók hermenn sínar úr Afghanistan í august.

Sambært talsfólki hjá amerikanska uttanríkismálaráðnum, verður fundur í dag og í morgin í Doha, høvuðsstaðnum í Katar. Her skal ein amerikonsk sendinevnd hitta leiðarar úr Taliban.

USA hevur hildið sambandið við Taliban, síðan islamiska rørslan hertók Kabul og tók valdið í Afghanistan, meðan USA var í ferð við at taka hermenn úr landinum. Hetta verður tó fyrstu ferð síðan tá, at partnarnir hittast andlit til andlits.

– Vit vilja leggja trýst á Taliban fyri at fáa tey at virða rættindini hjá øllum afghanum, harímillum rættindini hjá kvinnum og gentum, og fyri at fáa tey at skipa eina savnandi stjórn við breiðari semju, sigur talsfólk hjá uttanríkismálaráðnum sambært Ritzau.

Eisini fer USA at leggja trýst á Taliban fyri at fáa tey at lata hjálparfelagsskapir fáa fría atgongd til kreppurakt øki.

Hesin fundurin merkir tó ikki, at USA viðurkennir Taliban sum rættar leiðarar av Afghanistan, verður undirstrikað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder