![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Sera ófriðarligt hevur verið í New York, Portland og Wisconsin í nátt okkara tíð vegna mótmæli móti politiharðskapi í USA.
Serliga í býnum Kenosha í Wisconsin hava ógvusligir samanbrestir verið millum løgreglu og mótmælisfólk eftir at ein svartur maður varð skotin í bakið av hvítum politistum sunnudagin.
Demokratiski guvernørurin í statinum, Tony Evers, hevur lýst undantaksstøðu og biðið tjóðarhirðina um hjálp.
Ófriðurin tók seg upp eftir at eitt filmsbrot kom á sosialu miðlarnar, ið vísir hvussu hvít løgreglufólk í Kenosha sjóta svarta mannin, Jacob Blake, í bakið fleiri ferðir í tí hann skal seta seg inn í bil sín.
Maðurin doyði ikki – støðan hjá honum er stabil, skrivar dr.dk.
Upptøkurnar gjørdar av vitnum, sum stóðu hinu megin vegin, vísa, at Blake gekk rundan um bilin hjá sær eltur av løgreglufólkum – minst eitt teirra rætti eina pistól bóti bakinum hjá honum.
Síðan hoyrast sjey skot, tá Blake letur upp hurðina á bilinum.
- Meðan Jacob Blak stríðist fyri lívinum, verða vit mint á, at rasisma er ein fólkaheilsukreppa, skrivar Tony Evers, guvernørur, millum annað á Twitter.
Hann hevur kallað tingið saman til serligan fund. Ynskið er at fáa samtykt eitt lógaruppskot, sum í størri mun leggur ábyrgdina á løgreglufólkini, um tey útinna teirra vald á vandamiklan hátt, skrivar dr.dk.
Mótmælisfólk í Kenosha hava brúkt sokalla molotov-koktail móti løgregluni. Ógvusligu tiltøkini hava fingið myndugleikarnar til at steingja fleiri almennar bygningar í býnum, sum liggur nakað sunnan fyri størsta býin í statinum, Milwaukee.
Umrøddi skottilburðurin hendi seint seinnapartin, lokala tíð, sunnudagin, tá løgreglan varð kallað út til húsaófrið.
Í tíðindaskrivi upplýsir løgreglan ikki, hví tey skutu mannin. Men skrivað verður, at løgreglufólkini góvu fyrstuhjálp áðrenn maðurin varð koyrdur á sjúkrahús.
Løgreglufólkini, sum vóru við í átakinum, eru send heim, meðan ákærumyndugleikin í Wisconsin kannar málið. Wisconsin er grannastatur til Minnesota, har svarti maðurin, George Floyd, fyri trimum mánaðum síðani doyði undir eini handtøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald