Uttanlands

USA: Øll innanríkisflogfør biðin um at verða verandi á jørðini

Orsøkin er eitt tekniskt brek, sigur Federal Aviation Adminsitration, sum hevur eftirlit við amerikonsku flogferðsluni – Fyri løtu síðani fór flogferðslan á nøkrum floghavnum at koyra aftur sum vanligt

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-01-11 13:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Øll flogfør, sum flúgva innanríkis í USA hava fingið boð um at verða verandi á jørðini.

Orsøkin er eitt tekniskt brek í skipanini Notice to Air Missions (NOTAM), sum verður brúkt til at geva flogstarvsfólkum týðandi upplýsingar.

Tað sigur amerikanski myndugleikin, sum hevur eftirlit við ferðafólkaflúgving í USA, Federal Aviation Administration (FAA). Arbeitt verður við trupulleikanum, og hava flogfeløgini fingið boð um ikki at seta flogfør í luftina fram til klokkan 14 føroyska tíð, men fyri løtu síðani varð boðað frá, at flogferðslan á tveimum floghavnum koyrir aftur sum vanligt.

Sambært Katrine Jean-Pierre, pressutalsfólk hjá Hvítu Húsunum, eru eingi prógv fyri, at eitt cyberálop er orsøkin til tekniska brekið, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder