Uttanlands

USA rakt av landsumfevnandi flogbanni í gjárkvøldið

Bannið, sum varð sett í gildi orsakað av trupulleikum við flogeftirlitsskipanini, varð sett úr gildi aftur fáar tímar seinna, men mett verður, at hetta kann ávirka flogferðsluna í USA í fleiri dagar.

Ferðafólk bíða á floghavnini í Miami í statinum Florida (Mynd: Joe Raedle/AFP/Ritzau Scanpix)

Ferðafólk bíða á floghavnini í Miami í statinum Florida (Mynd: Joe Raedle/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-14 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Túsundatals ferðafólk vóru strandað á floghavnum kring USA í gjárkvøldið og í nátt okkara tíð orsakað av einum landsumfevnandi flogbanni í USA.

Amerikanski flogmyndugleikin, Federal Aviation Administration (FAA) boðaði frá banninum seinnapartin í gjár amerikanska tíð, umleið klokkan 21 føroyska tíð. Klokkan 1.30 í nátt varð bannið sett úr gildi, skrivar Ritzau.

Talan er um longsta flogbannið í USA, síðan álopini á USA 11. september 2021, skrivar Ritzau.

Markwayne Mullin, amerikanski ráðharrin fyri innlendistrygd sigur, at orsøkin til bannið vóru trupulleikar í telesamskiftinum, og tí varð flogbannið sett í verk fyri at binda um heilan fingur. Eingin orsøk var til stúran, og var talan ikki um ein "nýggjan 11. september", segði hann.

Sean Duffy, amerikanski flutningsmálaráðharrin hevur sagt, at avoldað tøkni í flogeftirlitskipanini og routarar, sum eru ovbyrjaðir av dátum, sum eru orsøkin til trupulleikarnar og ikki eitt netálop.

Lagt verður eisini afturat, at trupulleikarnir ikki skulu setast í samband við umfatandi trupulleikarnar við Microsoft-skipunum fríggjadagin.

Tá bannið varð sett í gildi, vóru umleið 3.500 flogfør í luftini. Fríggjadagin vóru fleiri enn 4.700 fráferðir avlýstar og 10.000 fráferðir seinkaðar. Fleiri túsund fráferðir væntast eisini at verða avlýstar ella seinkaðar í dag. Hetta ávirkar eisini flogferðir úr Evropa til USA, skrivar CNN.

Greinarar meta, at tað kann taka fleiri dagar, áðrenn flogfeløgini fáa ferðaætlanir teirra í rættlag aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder