Uttanlands

USA rakt av nýggjari hitabylgju um vikuskiftið

Hitin væntast at koma uppum 40 hitastig í fleiri amerikonskum statum

(Savnsmynd: Shutterstock)

(Savnsmynd: Shutterstock)

2021-07-10 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska veðurtænastan NWS ávarar um enn eina vandamikla hitabylgju í útnyrðingspartinum av USA um vikuskiftið, og væntandi verða fleiri nýggj hitamet sett.

Juni 2021 var heitasti juni mánaðurin, sum nakrantíð er skrásettur í USA, og hitin í farna mánað hevur eisini kravt fleiri mannalív og lagt trýst á vatn- og elveitingina. Eitt nú hava í minsta lagi 116 latið lív í statinum Oregon.

Í Death Valley í Kalifornia væntast hitin at koma upp á 54 hitastig, meðan hitin í nógvum øðrum statum væntast at koma uppum 40 stig, skrivar Ritzau.

Statirnir sum kunnu verða serliga hart raktir av hitabylgjuni um vikuskiftið, er sambært NWS, Oregon, Idaho, Nevada, Utah og Arizona. Men eisini í statunum Washington, New Mexico, og Kolorado væntast hitin at koma upp á uml. 40 stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder