Uttanlands

USA rakt av stórum teldusníkaálopi

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Mike Pompeo, heldur tað vera greitt, at Russland stendur aftanfyri álopið, sum hevur rakt fleiri ráð, almennar og privatar stovnar

Tað er rættiliga greitt, at Russland stendur aftanfyri, heldur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Mike Pompeo (Mynd: EPA)

Tað er rættiliga greitt, at Russland stendur aftanfyri, heldur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Mike Pompeo (Mynd: EPA)

2020-12-19 13:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein rúgva av almennum stovnum, ráðum og privatum fyritøkum í USA eru raktar av einum teldusníkaálopi, sum sambært amerikanska uttanríkismálaráðharranum, Mike Pompeo, er tað mest umfatandi, sum USA nakrantíð hevur verið rakt av.

Sambært Mike Pompeo er eisini øgiliga greitt, at tað er Russland, sum stendur aftanfyri.

Umframt USA, eru eisini fráboðanir um líknandi álop, sum hava rakt aðrastaðni í heiminum, eitt nú fleiri lond í Evropa.

Millum tey ráðini í USA, sum eru rakt av álopinum, er orkumálaráðið, sum hevur ábyrgdina av amerikonsku kjarnorkuvápnunum. Fríggjadagin upplýsti Microsoft, at fleiri enn 40 kundar vórðu raktir.

Serfrøðingar siga, sambært Ritzau, at álopið hevur givið teldusníkunum atongd til týðandi partar av skipanunum hjá amerikonsku stjórnini. Tó kann hetta eisini raka elveitingar og aðrar skipanir, sum hava stóran týdning í nútíðarsamfelagnum.

Teldusníkarnir tykast at hava gjørt sær dælt av einum veikleika í einari trygdarskipan, sum er ment av fyritøkuni SolarWinds í Texas. Hendan skipanin verður brúkt av fleiri ráðum og felagsskapum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder