Republikanski senatorurin, Lindsey Graham er deyður eftir stuttari sjúkralegu, 71 ára gamal.
Tað upplýsir skrivstova hansara í fráboðan, sum er deild á sosialum miðlum.
Amerikanskir miðlar skriva, sambært Ritzau, at bjargingarfólk fingu eina fráboðan um hjartasteðg nær við bústaði hansara á Capitol Hill, men eingin almenn frágreiðing er givin um deyðsorsøkina hjá Graham.
Amerikanski forsetin, Donald Trump skrivar á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, at Lindsey Graham, sum seinastu árini hevur verið ein stórur stuðul hjá Trump, "var ein av bestu persónunum og senatorunum, eg nakrantíð havi hitt", og verður hann nógv saknaður.
Linsey Graham hevur umboðað statin South Carolina í Senatinum síðan 2003, og gjørdist hann á valinum í 2008 fyrsti persónur í søgu South Carolina at fáa yvir eina millión atkvøður.
Graham var formaður í fíggjarnevndini í Senatinum og limur í fleiri øðrum nevndum. Stutt áðrenn hann andaðist, hevði Graham verið í Ukraina, har hann m.a. hitti ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.
Zelenskyj skrivar í fráboðan í morgun, at Graham hevur vitjað í Ukraina tíggju ferðir, síðan kríggið millum Russland og Ukraina byrjaði í februar 2022. Zelenskyj sigur, at hann hevur hitt Graham tvær ferðir seinastu vikuna.
![]()
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og amerikanski senatorurin, Lindsey Graham avmyndaðir í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv 10. juli (Mynd: Handout/AFP/Ritzau Scanpix)
Guvernørurin í South Carolina kann alt fyri eitt útnevna ein fyribils avloysara, sum kann sita fram til januar.
Sambært lógini í South Carolina verður val hildið í november fyri at finna ein nýggjan Senator til eitt heilt valskeið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald