Uttanlands

USA: Russland áhugað í at taka samráðingarnar uppaftur

ST-sendikvinnan hjá USA sigur, at tey hava sæð ábendingar um, at Russland er áhugað í at samráðast um eina nýggja kornavtalu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-08-02 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er møguleiki fyri, at samráðingarnar um eina kornavtalu millum Russland og Ukraina verða tiknar uppaftur.

Tað sigur Linda Thomas Greenfield, ST-sendikvinna hjá USA.

– Vit síggja ábendingar um, at Russland er áhugað í at fara aftur til samráðingarnar.

Hon sigur seg tó ikki hava sæð prógv fyri, at ítøkilig tiltøk eru sett í verk fyri at taka samráðinharnar uppaftur, men tey vita helst, at tey noyðast at venda aftur til avtaluna, um tey eitt nú ynskja at fáa tøð út á marknaðin.

– So eg eri framvegis bjarskygd, sigur hon sambært Ritzau.

Tað var 17. juli, at Russland lat kornavtaluna, sum seinasta árið hevur tryggjað útflutning av korni umvegis Svartahavið, fara úr gildi.

Kornavtalan varð gjørd í juli í fjør við hjálp frá ST og Turkalandi, og síðan tá er hon longd tríggjar ferðir, men tá hon 17. juli stóð til at fara úr gildi enn einaferð, tók Russland seg úr avtaluni.

Ukraina hevur síðan gjørt avtalu við Kroatia um at útflyta korn umvegis Donau-vatnið og síðani við toki. Hvussu nógv korn kann flytast á hendan hátt verður ikki upplýst.

Les eisini: Pávin: Kornavtalan skal endurnýggjast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder