Uttanlands

USA: Russland fær dronur úr Iran

Iran letur russarum hundraðtals dronur, og skal eisini læra russisk herfólk at brúka tær í Ukraina

Amerikanski trygdarráðgevin Jake Sullivan (Mynd: Reuters)

Amerikanski trygdarráðgevin Jake Sullivan (Mynd: Reuters)

2022-07-13 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært amerikanska trygdarráðgevanum Jake Sullivan, ið vísir til upplýsingar frá amerikonsku fregnartænastuni, ger Iran klárt til at senda hundraðtals dronur til Russlands – harímillum dronur, sum kunnu bera vápn.

Iran skal eisini læra russisk herfólk at brúka dronurnar.

Sambært Ritzau vita tey í USA tó ikki at siga, um dronurnar longu eru latnar Russlandi.

Bæði Russland og Ukraina brúka dronur í krígnum í Ukraina, og í síðstu viku heitti Ukraina eisini á vesturheimin um at lata teimum túsundatals dronur.

Sambært Sullivan er hetta enn ein ábending um, at russisku álopini í Eysturukraina "eru kostnaðarmikil fyri varðveitsluna av vápnunum hjá landinum".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder