Sambært Hvítu Húsunum hevur Norðurkorea seinastu vikurnar latið Russlandi upp til 1.000 bingjur við lóðri og hernaðarútgerð, sum er ætlað til kríggið í Ukraina. Tað skrivar Washington Post.
Hetta er nakað, sum USA fordømir, og fer USA at halda eyga við, um Norðurkorea sendir russum fleiri vápn, verður sagt.
– Vit fordøma Norðurkorea fyri at senda hesa hernaðarútgerðina til Russlands, sigur John Kirby, talsfólk hjá trygdarráðnum hjá amerikanska forsetanum.
Miðskeiðis í september hittust norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-un og russiski forsetin, Vladimir Putin í Russlandi. Teir fundaðust m.a. um hernaðarviðurskifti, og kríggið í Ukraina, og Kim Jong-un boðaði tá frá, at Norðurkorea stuðlar Russlandi fullkomiliga.
Afturfyri stuðulin hevur Norðurkorea eisini biðið um hernaðarútgerð úr Russlandi. USA fer at halda eyga við, um Russland fer at lata Norðurkorea hesa útgerð, sigur Kirby sambært Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald