Uttanlands

USA: Senatið góðkent nýggjan løgmálaráðharra

Todd Blance, sum hevur verið sakførari hjá Donald Trump, hevur verið virkandi løgmálaráðharri, síðan Pam Bondi varð koyrd í apríl

(Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-08-08 11:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska Senatið hevur góðkent nýggja løgmálaráðharran, sum Donald Trump forseti hevur valt.

Todd Blance, sum longu var virkandi løgmálaráðharri, varð góðkendur við 50 atkvøðum fyri og 49 ímóti, skrivar Ritzau.

Blanche hevur áður verið løgfrøðingur hjá Trump í fleiri málum, áðrenn hann gjørdist partur av amerikonsku umsitingini.

Demokratar hava frá byrjan verið ímóti valinum av Blanche til løgmálaráðharra, og leggja tey Trump undir at gera løgmálaráðið til eitt politiskt vápn. Tveir republikanarar atkvøddu saman við demokratunum ímóti góðkenningini av Blanche, men kortini høvdu republikanarar nóg stóran meiriluta.

Republikanarar hava í løtuni 53 sessir í Senatinum, meðan demokratar hava 47.

Todd Blanche gjørdist virkandi løgmálaráðharri, eftir at fyrrverandi løgmálaráðharrin, Pam Bondi varð koyrd úr starvi fyrst í apríl. Orsøkin vóru atfinningar fyri handfaring hennara av skjølunum í málinum um Jeffrey Epstein.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder