Amerikanski senatorurin Kyrsten Sinema, sum umboðar statin Arizona, fer úr demokratiska flokkinum, og verður hon í staðin uttanflokkaumboð.
46 ára gamla Kyrsten Sinema sigur við miðilin Politico, at hon ikki ætlar at fara uppí republikanska flokkin, og at hon fer at atkvøða, soleiðis sum hon altíð hevur gjørt.
Hvørt hetta fer at ávirka demokratiska meirilutan í Senatinum er ógreitt.
Nú Kyrsten Sinema er farin úr flokkinum sita 48 demokratar og 49 republikanarar í Senatinum. Kyrsten Sinema verður tað triðja uttanflokkaumboðið, og teir plaga at atkvøða saman við demokratunum, og hevur talan tí í roynd og veru verið um ein demokratiskan meiriluta.
Hinir báðir uttanflokkasenatorarnar, sum atkvøða saman við demokratunum eru Bernie Sanders úr statinum Vermont og Angus King úr statinum Maine.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald