USA sendir nú fleiri stríðsflogfør og hermenn til Eysturevropa. Tað upplýsir John Kirby, talsfólk hjá amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon sambært Ritzau.
Talan er m.a. um eina hernaðareind á 200 hermenn, sum hava vant í Noregi. Hon verður flutt til Litava.
Eisini verða tíggju F/A-18 Hornet stríðsflogfør og nøkur fá C-130 Hercules flutningsflogfør send til Eysturevropa úr USA.
Sambært John Kirby er tað enn ógreitt, júst hvar hesi skulu sendast, men tey verða flutt innan stutta tíð.
USA ongar ætlanir hevur um at hava eitt ávíst tal av hermonnum í økinum, men tað er kortini umráðandi, at USA hevur "tann rætta kapasitetin" í økinum, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald