Uttanlands

USA: Serfrøðingar mæla til at eldri fólk fáa triðja prikið

Eldri fólk og fólk í serliga útsettum bólkum, eiga at fáa triðja prikið við koppingarevninum hjá Pfizer, men hetta verður ikki neyðugt fyri øll yvir 16 ár, sigur ein serfrøðingabólkur, sum er settur at ráðgeva amerikanska heilivágsstýrið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-18 10:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein bólkur av óheftum serfrøðingum, sum ráðgeva amerikanska heilivágsstýrið, FDA, mælir til at geva grønt ljós fyri, at persónar yvir 65 ár og persónar í serligum vandabólki kunnu fáa triðja prikið við koronukoppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech.

Eisini heilsustarvsfólk, lærarar og onnur í ávísum starvsbólkum eiga at fáa triðja prikið, verður sagt.

Serfrøðingarnir mæla tó ikki til at øll yvir 16 ár skulu fáa triðja prikið.

Tað er kortini FDA, sum tekur endaligu avgerðina í málinum, men metingin hjá serfrøðingunum kann gerast ein trupulleiki hjá Biden-umsitingini, sum longu hevur boðað frá ætlanini um at geva meginpartinum av amerikanarum triðja prikið eftir átta mánaðir.

Sambært FDA vísa dátur, at tey koppingarevnini, sum nú eru góðkend í USA, framvegis geva góða verju móti at gerast álvarsliga sjúkur ella doyggja av koronu.

Fleiri serfrøðingar hava tó eisini verið varnir við at mæla til eitt triðja prik, m.a. orsakað av globala ójavnanum í koppsetingarbýtinum. Harafturat er boðað frá sjáldsamum hjáárin. Millum annað er hjartabrunagerð serliga staðfest hjá ungum monnum, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder