Uttanlands

USA sett fleiri kinesiskar fyritøkur á svartalista

Í farnu viku varð ein kinesisk ballón, sum USA sigur varð brúkt til njósningarendamál, skotin niður út fyri South Carolina

Ballónin varð skotin niður út fyri North Carolina í farnu viku (Mynd: EPA)

Ballónin varð skotin niður út fyri North Carolina í farnu viku (Mynd: EPA)

2023-02-11 15:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska handilsmálaráðið upplýsti í gjár, at tað hevur koyrt fimm kinesiskar fyritøkur og ein granskingarstovn á svarta lista, eftir at USA síðsta vikuskifti skeyt eina kinesiska luftballón niður út fyri statin South Carolina.

Grundgevingin hjá USA er, sambært Reuters, at hesar fyritøkurnar verða mettar at stuðla kinesisku stjórnini í at nútímansgera kinesiska herin, m.a. tá tað kemur til virksemi við luftskipum og luftballónum.

Áðrenn ballónin var skotin niður, hevði hon í fleiri dagar flogið yvir USA, sum vildi vera við, at talan var um eina ballón, sum var brúkt til njósningarendamál. Kinesiskir myndugleikar siga tó, at talan var um eina sivila ballón.

Tær seks fyritøkurnar, sum nú eru koyrdar á svarta lista, fáa trupult við at sleppa inn á amerikanska marknaðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder