Uttanlands

USA sett nýtt met: 65.000 tilburðir í eitt samdøgur

Orsøkin er at USA kannar so nógv fólk, heldur Donald Trump

Vit hava kannað 40 milliónir. Um vit í staðin kannaðu 20 milliónir, hevði talið á tilburðum verið helvtina minna, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Vit hava kannað 40 milliónir. Um vit í staðin kannaðu 20 milliónir, hevði talið á tilburðum verið helvtina minna, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2020-07-10 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á nýggjum smittutilburðum í USA hevur nú aftur sett met.

65.551 nýggir tilburðir vóðu skrásettir í tíðarskeiðnum 1.30 hósdagin til 1.30 í nátt, føroyska tíð. Tað er væl hægri enn seinasta metið, sum varð sett týsdagin, tá talið á nýggjum tilburðum var 60.200, skrivar Ritzau.

Í sama tíðarskeiði vórðu 1.000 andlát eisini skrásett í sambandi við smittuni, sambært AFP. Fleiri amerikanskir miðlar boða tó frá einum lægri tali.

USA er tað landið í heiminum, sum er harðast rakt av koronasmittuni. Landið hevur bæði skrásett flest smittutilburðir og flest andlát.

Sambært worldometers.info hevur USA í løtuni skrásett 3,2 mió. tilburðir og beint undir 136.000 andlát.

Hægsti heilsufakligi ráðgevin hjá amerikanska stýrinum, Anthony Fauci, heldur, at fleiri statir hava verið ov skjótir at lata upp aftur, og heldur hann, at tað er neyðugt at bíða við at lata meira upp.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur tó, at USA hevur kannað fleiri fólk enn onnur lond, og tí er talið á staðfestum tilburðum so høgt, sigur hann.

– Vit hava kannað 40 milliónir. Um vit í staðin kannaðu 20 milliónir, hevði talið á tilburðum verið helvtina minna, skrivar hann á Twitter.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder