2019-06-18 09:18
Amerikanska verjumálaráðið almannakunngjørdi í nátt fleiri myndir, sum sambært amerikumonnum vísa, at tað var Iran, sum stóð aftanfyri álopini á tey bæði tangaskipini í Omanvíkini í farnu viku.
Á myndini sær man, sambært Pentagon, iranska kollveltingarherin royna at flyta eina minu av japanska tangaskipinum Kokuka Courageous.
Stórabretland stuðlar USA í ákærunum um at tað er Iran, sum stóð aftanfyri álopini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald