Skot frá vápnum er nú orsøkin til, at flest børn og tannáringar doyggja í USA.
Tað vísa tøl frá amerikanska CDC, stovnurin fyri eftirlit og fyribyrging av sjúkum.
Í 2020 vórðu tilsamans 4.368 børn og ung undir 20 ár dripin av skotum í USA. Hetta svarar til 5,4 andlát per 100.000 andlát fyri hendan aldursbólkin.
Til samanbering vórðu 4.036 dripin í ferðsluvanlukkum, sum fyrr var størsta orsøkin til andlát hjá teimum undir 20 ára aldur, skrivar Ritzau.
Seinastu árini er munurin millum hesi bæði tølini minkað, meðan ferðslutrygdin er økt samstundis sum talið á ungum, sum verða skotin til deyðis er økt.
Týsdagin lótu 19 skúlabørn og tveir lærarar lív, tá ein 18 ára gamal miðnámsskúlanæmingur skeyt frá hond inni á barnaskúlanum Robb Elementary School.
Málið hevur av álvara fingið lív aftur í kjakið um vápnalógirnar í USA, og ein meiningakanning frá Reuters/Ipos vísti mikudagin, at ein greiður meiriluti av amerikanarum tekur undir við at herða vápnalógina, men samstundis heldur meirilutin ikki, at myndugleikarnir fara at gera nakað við hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald