Uttanlands

USA skuldsetir Iran fyri spreingingarnar

Støðan er spent í økinum við Persiaflógvan

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-06-14 10:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ákærurnar fúka framvegis millum USA og Iran eftir at tvey tangaskip í gjár vórðu rakt av spreingingum í Oman víkini millum Oman og Iran.

USA hevur nú almannakunngjørt eitt filmsbrot, ið skal vísa hvussu iranskir hermenn í við einum báti taka og loysa eina ósprongda minu av borðinum á øðrum tangaskipinum, ið varð rakt.

[object Object](Mynd: EPA)

Amerikanarar hava eisini víst mynd, sum vísir minuna áðrenn hon varð burturbeind, skrivar BBC.

Manningarnar máttu flytast av tveimum stórum tangaskipum fyrrapartin í gjár, tá tey vórðu rakt av spreingingum, og eldur kom í.

Norsk-kýpriotiski reiðarin John Frederiksen eigur annað av skipunum, Front Altai, sum eftir øllum at døma varð rakt av einum álopi. Hitt skipið, Kokuka Courageous, siglir undir Panama-flaggi.

Manningin á skipunum – 22 tilsamans – eru bjargað inn til iranska havnabýin Bandar-e-Jask, skrivar dr.dk.

Støðan í Persiaflógvanum er spent í løtuni eftir at fýra onnur tangaskip vórðu rakt av minum í havnabýnum Fujairah í Sameindu arabisku Emiratunum fyri mánaði síðan.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo segði á tíðindafundi í gjár, at tað var Iran, sum framdi álopið á skipini.

- Tað er metingin hjá amerikansku stjórnini, at Iran hevur ábyrgdina av álopunum í Omanvíkini, segði hann á tíðindafundi í Washington.

Iran hevur víst skuldsetingunum aftur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder