Uttanlands

USA: Skúlin í Uvalde skal rívast niður

19 skúlabørn og tveir lærarar vórðu í mai skotnir á Robb Elementary School í Uvalde í Texas, og sambært borgarstjóranum í býnum kann mann ongantíð biðja næmingar og lærarar um at fara inn í bygningin aftur

Fólk í Uvalde minnast tey, ið vórðu skotin í Robb Elementary School í mai (Mynd: EPA)

Fólk í Uvalde minnast tey, ið vórðu skotin í Robb Elementary School í mai (Mynd: EPA)

2022-06-22 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Barnaskúlin Robb Elementary School í Uvalde í amerikanska statinum Texas, har 19 skúlabørn og tveir lærarar vórðu skotnir til deyðis í mai, skal rívast niður.

Tað boðaði borgarstjórin í býnum, Don McLaughlin frá í gjár.

– Sum eg skilji skal skúlin rívast niður. Tú kann ongantíð biðja eitt barn ella lærara um at fara inn aftur í handan skúlan, segði hann sambært BBC.

Nær skúlin verður rivin niður, varð ikki upplýst.

Nærum 600 2., 3. og 4. floksnæmingar ganga á Robb Elementary School.

Í 2012 vórðu 20 næmingar og seks starvsfólk skotin á skúlanum Sandy Hook Elementary í býnum Newton í statinum Connecticut, og eftir hetta varð skúlin rivin niður, og ein nýggjur skúli er bygdur á sama øki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder