Uttanlands

USA staðfesti næstan 40.000 tilburðir afturat hósdagin

Sambært amerikanska Centers for Disease Control kann veruliga talið á smittutilburðum í landinum vera upp til tíggju ferðir hægri, enn hagtølini vísa

Los Angeles, Kalifornia (Mynd: EPA)

Los Angeles, Kalifornia (Mynd: EPA)

2020-06-26 10:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin setti USA, ið er tað landið í heiminum, ið hevur skrásett flest smittutilburðir og andlát í sambandi við koronasmittuni, enn eitt keðiligt met. 39.818 fólk í USA fingu staðfest smittuna, og tað er hægsta økingin í eitt samdøgur, síðan smittan byrjaði at gera um seg.

Sambært uppgerð hjá worldometers.info hevur USA nú skrásett fleiri enn 2,5 mió. tilburðir og 126.000 andlát. Talið á smittaðum kann tó vera heilt upp til tíggju ferðir hægri, metir amerikanska Centers for Disease Control (CDC), sum er amerikanski depilin fyri smittufyribyrging og fólkaheilsu.

– Okkara besta meting er í løtuni, at har fyri hvønn skrásettan tilburð eru 10 aðrir, sigur Robert R. Redfield, virologur og stjóri í CDC sambært TV2.

Orsøkin til, at myrkatalið er so høgt, sigur hann, er at tað bert eru fólk, ið hava sjúkueyðkenni, sum kunnu kannast. Men sambært CDC hava millum fimm og átta prosent av fólkinum verið í sambandi við virusið. Tí verður framvegis mælt til, at amerikanarar halda frástøðu, hava gott handreinføri og brúka masku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder