Uttanlands

USA: Starvsfólkastjórin hjá varaforsetanum fingið staðfest covid-19

Mike Pence og kona hansara eru kannað og staðfest negativ

Marc Short og Mike Pence (Mynd: EPA)

Marc Short og Mike Pence (Mynd: EPA)

2020-10-25 10:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein av nærmastu starvsfólkunum hjá amerikanska varaforsetanum, Mike Pence, fekk leygardagin staðfest covid-19. Talan er um starvsfólkastjóran hjá varaforsetanum, Marc Short, upplýsir talsfólk hjá varaforsetanum.

Marc Short er tann seinasti í eini langari røð av persónum við tilknýti til amerikanska forsetan, Donald Trump, sum fær staðfest covid-19. Fyrst í hesum mánaðinum boðaði Trump sjálvur frá, at hann varð staðfestur positivur fyri covid-19.

Starvsfólkastjórin hjá varaforsetanum er nú farin í sóttarhald, har hann hjálpir við smittusporing. Enn er ógreitt, hvussu og hvar hann er vorðin smittaður.

Síðani eru bæði varaforsetin og kona hansara vorðin kannaði, men úrslitið hjá teimum báðum var negativt, og eru tey eisini bæði væl fyri, verður upplýst.

Mike Pence hevur seinastu tíðina havt úr at gera við at føra valstríð fyri Donald Trump, nú forsetavalið verður um níggju dagar.

Sambært talsfólk hansara fer støðan hjá Marc Short ikki at ávirka ætlanirnar hjá varaforsetanum. Hann heldur fram við sínum ætlanum, meðan hann varðveitir tætt samband við læknar í Hvítu Húsunum.

Seinastu tveir dagarnar hevur talið á nýggjum smittutilburðum sett met í USA – næstan 89.000 nýggir tilburðir vórðu skrásettir, skrivar Ritzau.

Sambært Worldometers.info eru 8,8 mió. staðfest positiv í USA, sum eisini er tað landið í heiminum, har flest eru staðfest smittað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder