Amerikanska løgmálaráðið hevur stevnt varskógvaranum, Edward Snowden. Orsøkin er nýggja bók hansara, "Permanent Record", sum kom út í gjár.
Løgmálaráðið sigur, sambært Politiken, at endamálið við stevningini ikki er at steðga útgávuni. Í staðin verður sagt, at Edward Snowden skal hava undirskrivað trúnaðaravtalu við bæði CIA og amerikanska trygdarstovninum NSA, sum Edward Snowden fyrr hevur verið í starvi hjá.
Sambært stevningini hevur Edward Snowden ikki givið myndugleikunum møguleika fyri at lesa bókina, sum hann sambært trúnaðaravtaluni annars átti at gjørt.
- Vit loyva ikki einstaklingum - fyri amerikanska rokning - at forvinna pengar uttan at gera eftir krøvunum um skoðan áðrenn útgávuna, sigur umboð fyri amerikanska løgmálaráðið.
USA krevur at fáa alt yvirskotið frá søluni av nýggju bókini.
Tað var í 2013, at Edward Snowden lak loyniligar upplýsingar um, hvussu amerikanskir myndugleikar hava eftirlit við alnótuni og telefonum.
Sambært amerikansku myndugleikunum var hetta at almannakunngerða trúnaðarupplýsingar, og var ætlanin at rættarsøkja Edward Snowden fyri hetta.
Verður hann dømdur fyri ákærurnar, stendur hann til at fáa 30 ár í amerikanskum fongsli.
Fyri seks árum síðani rýmdi hann fyrst til Hong Kong, og seinni fór hann víðari til Russlands, har hann, eftir at hava verið á floghavnini í Moskva í ein mánað, fekk fyribils uppihaldsloyvi.
Í dag er Edward Snowden framvegis staddur í Moskva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald