USA ætlar at strika Sýria av amerikanska listanum yvir lond, sum stuðla yvirgangi.
Tað hevur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio formliga boðað Kongressini frá.
Hendan fráboðanin kemur, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur verið á fundi við Ahmed al-Sharaa, forseta í Sýria í sambandi við Nato-toppfundin í turkiska høvuðsstaðnum Ankara.
Sýria hevur í fleiri áratíggju verið flokkað sum eitt land, sum stuðlar yvirgangi og hevur gjørt tað torførari at gera íløgur í landið. Avmarkingar eru nevniliga fyri menningarhjálp og hernaðarútflutning til lond á listanum.
Sýria verður strikað av listanum um umleið 45 dagar, uttan so at Kongressin forðar fyri hesum, skrivar Ritzau.
At Sýria verður strikað av listanum letur upp fyri altjóða handli og íløgum og ger tað møguligt at byggja Sýria upp aftur og seta hol á ein nýggjan kapittul fyris ýriska fólkið, sigur Rubio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald