Uttanlands

USA: Talið á smittaðum setur met annan dagin á rað

Eisini í Italia er talið á smittaðum methøgt.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-10-31 19:20 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Annan dagin á rað setti talið á smittaðum við korona met í USA, tá fleiri enn 94.000 tilburðir vórðu staðfestir fríggjadagin. Tað vísa tøl frá Johns Hopkins University.

Síðan smittan byrjaði at breiða seg hava fleiri enn níggju milliónir fólk í USA fingið staðfest smittuna. Av teimum eru 229.500 deyð við smittuni.

Eisini er talið á dagligum smittutilburðum methøgt í Italia. Leygardagin skrásetti Italia 31.758 nýggjar tilburðir. Tað er tað hægsta talið á smittaðum síðan korona kom til landið.

 

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder