Uttanlands

USA tekur seg úr veðurlagsavtaluni

Almenna uppsøgnin av Paris-avtaluni varð latin ST í gjár

Donald Trump segði longu í 2017 at hann fór at taka USA úr Paris-avtaluni (Savnsmynd: EPA)

Donald Trump segði longu í 2017 at hann fór at taka USA úr Paris-avtaluni (Savnsmynd: EPA)

2019-11-05 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA boðaði í gjár alment ST frá, at landið ikki longur er partur av Paris-avtaluni. Tað upplýsti amerikanska uttanríkisráðið í gjár.

Harvið byrjar ein long tilgongd, sum skal taka USA burtur úr avtaluni. Boðini komu ikki óvæntað, tí Donald Trump, forseti boðaði longu í 2017 frá, at USA fór at sleppa sær burtur úr veðurlagsavtaluni.

Av tekniskum orsøkum gjørdist tað ikki møguligt fyrr enn í hesi vikuni at koma við fráboðanini um útmeldingina, skrivar Ritzau.

Avtalan varð gjørd á veðurlagstoppfundinum í Paris í 2015. Her bundu 196 lomalond seg til at arbeiða fyri at avmarka alheims upphitingina.

Í avtaluni er ein ætlan um, at hitin á jørðini ikki má økjast meira enn tvey stig í mun til hitalagið undan ídnaðarkollveltingini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder