Eftir ófriðin á Capitol Hill í Washington D.C. mikudagin, hava tveir ráðharrar í umsitingini hjá Donald Trump lagt frá sær.
Talan er um Elaine Chao, samferðslumálaráðharra, og Betsy DeVos, ráðharra í útbúgvingarmálum.
Sambært Ritzau hevur Betsy DeVos í einum fráfaringarbrævi lagt Trump undir at eggja til álopið á Kongressina. Hon sigur, at har er eingin ivi um, at retorikkurin hjá forsetanum hevur ávirkað støðuna.
Elaine Chao hevði eina líknandi grundgeving.
Hon hevur verið ráðharri gjøgnum alt valskeiðið hjá Trump. Hon er gift Mitch McConnell, leiðarin fyri republikanska meirilutan í Senatinum, sum eisini hevur verið úti og fordømt álopið á Kongressina.
Elaine Chao (Mynd: EPA)
Fleiri ráðgevar og starvsfólk hjá amerikanska forsetanum hava eisini boðað frá, at tey leggja frá sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald