Í gjárkvøldið atkvøddi ei meiriluti í amerikanska Umboðsmannatinginum fyri at stuðla Ukraina við einum nýggjum hjálparpakka fyri 426 milliardir krónur.
Talan er um eina breiða semju, sum nú er gjørd, eftir, at republikanarar í fleiri mánaðir hava blokerað fyri ein nýggjum hjálparpakka.
Stuðulin til Ukraina er partur av einum størri hjálparpakka til Ukraina, Ísrael og Taivan. Hann inniheldur tað, ið svarar til 56 milliardir krónur til Taivan og 188 milliardir krónur til Ísrael, skrivar Ritzau.
Í Senatinum, har tey væntandi fara at atkvøða um hjálparpakkan týsdagin, hevur áður verið greiður meiriluti fyri einum hjálparpakka til Ukraina. Fyri tveimum mánaðum síðani samtykti Senatið eisini ein líknandi hjálparpakka. Verður nýggi hjálparpakkin samtyktur í Senatinum týsdagin, vantar bert undirskrift frá Joe Biden forseta.
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari skrivar á sosiala miðilin X, at nýggi hjálparpakkin fer at gera øll meira trygg bæði í Evropa og Norðuramerika.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, takkar eisini Umboðsmannatinginum í dagføring á X og sigur, at hetta fer at bjarga fleiri túsund lív.
Sum partur av samtyktini skal leggjast hald á russiska innogn í amerikonskum bankum, og síðani verður hon latin Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald