Uttanlands

USA: Umboðsmannatingið tekur undir við legalisering av kannabis

Lógaruppskotið, sum eisini skal samtykkjast í Senatinum, leggur upp til, at kannabis verður tikið av listanum yvir ólóglig rúsandi evni

Nancy Pelosi, leiðarin fyri demokratiska meirilutan í Umboðsmannatinginum (Mynd: EPA)

Nancy Pelosi, leiðarin fyri demokratiska meirilutan í Umboðsmannatinginum (Mynd: EPA)

2020-12-05 15:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin samtykti amerikanska Umboðsmannatingið fyri fyrstu ferð at legalisera kannabis. 228 atkvøddu fyri, og 164 ímóti.

Áðrenn lógaruppskotið kann verða endaliga samtykt, skal tað gjøgnum Senatið, sum hevur republikanskan meiriluta, og tí verður mett ósannlíkt, at tað verður samtykt har, skrivar Ritzau. Í Umboðsmannatinginum hava demokratarnir meirilutan. 

Lógaruppskotið leggur upp til, at kannabis skal av listanum yvir ólóglig rúsandi evni. Í løtuni stendur kannabis saman við eitt nú heroin og kokain sum vandamikil rúsevni, ið fólk kunnu vænta sær harða revsing fyri at nýta.

Fleiri amerikanskir statir hava longu legaliserað kannabis til medisinska nýtslu ella enntá gjørt tað heilt frítt at nýta.

Sambært USA Today er medisinsk nýtsla av kannabis loyvd í 36 statum, meðan onnur nýtsla er loyvd í 15 statum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder