USA hevur útsett bannið móti vørum frá umstrídda kinesiska telerisanum, Huawei, í 90 dagar. Tað upplýsir amerikanski handilsmálaráðharrin, Wilbur Ross, sambært AFP-tíðindastovuni.
Við hesi avgerð fær Huawei eitt fyribils loyvi til framhaldandi at handla við amerikanskar fyritøkur, sigur ráðharrin.
- Fyribils loyvið gevur fyritøkum stundir til at gera aðrar avtalur og gevur ráðharraráðnum stundir til at kanna ta bestu langtíðarloysnina fyri amerikanskar og útlendskar partar á telemarknaðinum, sum í løtuni eru bundin at útgerð frá Huawei, sigur Wilbur Ross.
Huawei er størsta fyritøka í Kina. Fyritøkan hevur 180.000 fólk í starvi og er heimsins størsti framleiðari av útgerð til telemarknaðin. Hildið verður, at felagið umsetti fyri yvir 100 milliónir dollarar í sølu í fjør, skrivar Ritzau.
Bretska blaðið, Financial Times, hevur lýst Huawei eins og var fyritøkan ein innanhýsis nevnd í kommunustaflokkinum. Hetta er tekin um, at fyritøkan er tætt knýtt at kinesiskum myndugleikum.
Avstralia og Kanada hava longu sett Huawei á svarta listan av ótta fyri, at kinesiski staturin ella onnur kunnu brúka útgerðina til njósning.
Eisini amerikanarar óttast fyri, at útgerðin hjá Huawei kann brúkast til njósning.
16. mai gav Donald Trump, forseti, boð um at svartlista Huawei. Boðini merkja, at amerikansk feløg ikki sleppa at brúka útgerð, ið er framleidd av feløgum, sum hava ein trygdarvanda við sær fyri landið.
Boðini geva forsetanum heimild til at stýra handlinum í tráð við tjóðskaparligu neyðstøðuna, sum hóttir USA.
Huawei hevur fleiri ferðir víst aftur øllum skuldsetingum um njósning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald