Uttanlands

USA við 17 nýggjum ákærum móti Assange

Julian Assange verður ákærdur fyri samansvørjing móti USA

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-05-24 11:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Amerikanskir myndugleikar hava nú reist 17 nýggjar ákærur móti Wikileaks-stovnaranum Julian Assange. Assange verður ákærdur fyri at hava tikið ímóti og hava latið víðari loynilig skjøl hjá amerikanska statinum.

Millum annað verður Assange ákærdur fyri at hava arbeitt saman við varskógvaranum (whistleblower, red.) Chelsea Manning um at bróta kotuna til telduskipanina hjá amerikanska verjumálaráðnum. Assange verður eisini ákærdur fyri at hava brot seg fram til skjøl viðvíkjandi kríggini hjá USA í Irak og Afganistan.

Assange situr í løtuni í fongsli í London, har hann skal sita í 50 dagar, tí at hann breyt reglarnar um leyslating móti veði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder