Uttanlands

USA vil hava sendifólk í Arktis

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin fer skjótt at velja eitt sendifólk, sum skal samskifta við aðrar arktiskar tjóðir, upprunafólk og onnur áhugaði í økinum, upplýsir amerikanska uttanríkismálaráðið

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken fer at seta eitt sendifólk fyri USA í Arktis (Mynd: EPA)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken fer at seta eitt sendifólk fyri USA í Arktis (Mynd: EPA)

2022-08-27 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA ætlar at seta eitt sendifólk fyri Arktis, sum skal styrkja diplomatiska sambandið í økinum.

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken fer skjótt at velja eitt sendifólk, sum skal samskifta við aðrar arktiskar tjóðir, upprunafólk og onnur áhugaði, upplýsir talsfólk fyri ráðið sambært Ritzau.

Eitt Arktis, sum er friðarligt, støðufest, framburðarríkt og ført fyri at samstarva hevur avgerandi strategiskan týdningn fyri USA, og er tað nakað, sum Blinken raðfestir høgt, verður sagt.

Fráboðanin um, at USA fer at seta eitt sendifólk fyri Arktis kemur eftir sámráðingar í Grønlandi.

Ein av uppgávunum hjá nýggja sendifólkinum hjá USA í Arktis verður at seta seg í samband við hini londini, sum hava umboðan í Arktiska Ráðnum. Samstarvið í Arktiska Ráðnum steðgaði upp í mars orsakað av russisku innrásini í Ukraina, av tí at Russland hevur fomansskapin í ráðnum í løtuni.

Nýggja amerikanska sendifólkið í Arktis kemur í staðin fyri artiska samskiparan, sum higartil hevur verið amerikanski Jim DeHart. Enn er ógreitt, hvør verður settur sum sendifólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder