Alsamt størri áhugi er fyri Arktis og Grønlandi í hesum tíðum, nú lond síggja ymsar íløgumøguleikar í økinum. Og hetta hóvar ikki amerikansku stjórnini og amerikanska sendifrúnni í Danmark.
Tað skrivar hon í eini kronikk í danska netmiðlinum Altinget.
Í kronikkini skrivar Carla Sands, at amerikanski dollarar eru ávegis í grønlendska landskassan:
- Amerikanska stjórnin er í holt við at orða ein týðandi pakka við búskaparligum stuðli, ið kann geva nýggja orku til vøksturin í Grønlandi, skrivar hon millum annað.
Pengarnir skulu, sambært Sands, seta ferð á íverksetan og innovation til ein burðardyggan búskaparvøkstur í Arktis. Hvussu nógvar pengar, talan er um, kemur ikki fram í kronikkini.
Sendikvinnan kemur eisini við ábreiðslum mótvegis Russlandi og Kina. Hon kallar londini ”ágangandi Russland” og ”gramma og dálkandi Kina”.
- Russiski atburðurin við øktari dubbing í Arktis vekir alheims harma, skrivar hon um Russland.
Og Kina vær eisini ein umganga frá Sands, ið heldur at Kina fremur ”frælsisfíggindarlig” virðir, og arbeiðir fyri egin fíggjarlig áhugamál.
Øðrvísi er við USA, skrivar sendikvinnan.
- USA vil vera gagnligasti samstarvsfelagin í Arktis, og vit fara at royna at fáa slíkar avtalur í lag við at stuðla burðardyggari menning og vælferð í økinum. Alt bygt á hugsjónir um góða embætisførslu, gjøgnumskygni og virðing fyri mannarættindum, ið hava gjørt, at friðarelskandi samfeløg trívast, skrivar hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald