Herfyri fór Kina burtur frá nulltoleransupolitikkinum, sum landið hevur brúkt seinastu árini, og síðani er koronasmittan byrjað at gera meira um seg í landinum.
Tí bjóðar USA seg nú til at senda koppingarevni til Kina.
– USA er størsti gevari av koronukoppingarevni í heiminum. Vit eru til reiðar framhaldandi at hjálpa fólki kring heimin, harímillum í Kina, sigur talsfólk hjá amerikanska uttanríkismálaráðnum, Ned Price.
Hann leggur afturat, at USA hevur bjóðað londum kring heimin koppingarevni hóast politiskar ósemjur, og er tað betri fyri allan heimin, um Kina fær tamarhald á sínum smittuútbroti.
Tað verður tó mett ósannlíkt, at Kina fer at taka av amerikanska tilboðnum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald