Uttanlands

USA: Vilja geva stjórnini heimild at banna TikTok

Hvítu Húsini heita á Kongressina um skjótast gjørligt at samtykkja eitt lógaruppskot, sum varð lagt fram týsdagin, um at geva stjórnini heimild at banna tøkni úr útlondum, um tað verður mett at vera ein trygdarvandi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-03-08 14:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska stjórnin tekur undir við einum lógaruppskoti, sum var lagt fram í Senatinum týsdagin um at geva stjórnini heimild at banna tøkni úr útlondum – m.a. TikTok – um tað verður mett at vera til vanda fyri trygdina hjá amerikonsku tjóðini.

Tað sigur amerikanski trygdarráðgevin Jake Sullivan sambært tíðindastovuni Reuters.

Samstundis verður heitt á Kongressina um at samtykja uppskotið, sum hevur undirtøku millum bæði demokratar og republikanarar.

– Vit heita á Kongressina um skjótast gjørligt at leggja uppskotið á borðið hjá forsetanum, sigur Jake Sullivan.

Tað er kinesiska fyritøkan ByteDance, sum eigur TikTok, sum verður brúkt av fleiri enn 100 milliónum amerikanarum. Illgruni hevur leingi verið um, at ByteDance gevur kinesisku stjórnini atgongd til upplýsingar hjá brúkarunum, men hetta byggir á falstíðindi, sigur Kina.

Fleiri lond í vesturheiminum meta nú TikTok appina sum ein vanda fyri trygdina, og hetta hevur m.a. havt við sær, at starvsfólk hjá tí almenna í fleiri londum hava fingið boð um ikki at brúka TikTok á arbeiðstelefonum og teldlum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder